Samstarv skal avloysa ríkisfelagsskapin

09.06.2018 - 14:32
InnlendisPolitikkur
Samstarv skal avloysa ríkisfelagsskapin
Poul Michelsen setir ríkisfelagsskapin og uttanríkispolitikkin á breddan á landsfundinum hjá Framsókn

-Føroyar eiga at fara burturúr ríkisfelagsskapinum og síðani finna ein annan máta at samstarva við Danmark. Eitt samstarv, ið serliga snýr seg um verju, trygd og valuta. 

Tað segði Poul Michelsen í formannsrøðuni á landsfundinum hjá Framsókn fyrrapartin. 

Formaðurin í Framsókn legði sum heild stóran dent á uttanríkispolitikk í formansrøðuni. Poul Michelsen vísti á, at í dag hava Føroyar ikki atkvøðurætt og tískil heldur ikki nóg stóra ávirkan í ymsum felagsskapum.

Hoyr samrøðu, sum Lív Mikkelsen gjørdi við Poul Michelsen, við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946