Vilja ikki kunna um tilbúgvingarætlanina

15.05.2018 - 12:07
InnlendisSamfelag
Vilja ikki kunna um tilbúgvingarætlanina
Kommunulæknafelagið vil ikki siga, hvussu tilbúgvingin verður skipað í einum møguligum verkfalli

Kommunulæknafelagið fer ikki at kunna Heilsutrygd um undantøk í verkfalli, hóast Heilsutrygd hevur víst á, at stovnurin kann ikki góðtaka, at tað er so óvist, hvussu tilbúgvingin verður skipað.

Stjórin á Heilsutrygd, Egil á Bø hevur fleiri ferðir heitt á Kommunulæknafelagið um at kunna um tilbúgvingarætlanina hjá Kommunulæknafelagnum undir einum møguligum verkfalli.

Kommunulæknafelagið sáttmálaleyst

Men Sambært Marjus Dam, formanni í Kommunulæknafelagnum, so ætla tey ikki at kunna Heilsutrygd fyrr enn 24 tímar undan einum møguligum verkfalli, tí kommunulæknafelagið hevur síðan 1. mai ikki havt nakran galdandi sáttmála.

- Heilsutrygd kann ikki fáa ein sáttmála við kommunulæknafelagið um, hvussu vit arbeiða, tá ið vit ikki hava ein sáttmála, sigur formaðurin í Kommunulæknafelagnum.

Í seinasta teldupostinum frá Heilsutrygd til Kommunulæknafelagið, skrivar Egil á Bø, stjóri, millum annað, at Heilsutrygd ikki kann góðtaka óvissuna um, hvussu skipanin fer at virka í einum møguligum verkfalli.

Meta um støðuna frá degi til dags

Marjus Dam sigur tó, at felagið hevur svarað Heilsutrygd fleiri ferðir, at kommunulæknarnir fara at taka sær av bráðfeingisarbeiði í einum møguligum verkfalli, og at mett verður um tørvin á hjálp í hvørjum einstøkum føri.

Felagið hevur ongar royndir í slíkum verkfallstøðum, og tí er tað ómøguligt hjá felagnum neyvt at greiða frá, hvussu mannagongdin verður, sigur formaðurin. 

- Vit hava eina tilbúgvingarætlan klára, og tað er ábyrgdarfult, at vit meta um støðuna frá degi til dags, tí at tað gevur fleksibilitetin, sum skal til, fyri at man kann hava eina tilbúgving, sum er nøktandi, sigur formaðurin í Kommunulæknafelagnum um tilbúgvingarætlanina hjá felagnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519