Lønardeildin fegnast um úrskurðin

09.05.2018 - 10:25
InnlendisSamfelag
Lønardeildin fegnast um úrskurðin
Stjórin á Lønardeildini fegnast um, at Gerðarætturin hevur staðfest, at Semingsstovnurin fevnir um sáttmálaøkið hjá kommunulæknunum

Stjórin á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum fegnast um, at Fasti Gerðarættur hevur staðfest, at Semingsstovnurin fevnir um sáttmálaøkið hjá kommunulæknunum

- Vit eru bara fegin um, at málið er avgjørt, og at Semingsstovnurin er komin uppí, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini. 

Tað er greitt, at tað er langt millum partarnar í løtuni, men hóast hetta er stjórin á Lønardeildini bjartskygdur. 

- Tað hevur verið víst seg mangar ferðir fyrr, at hóast partarnir hava verið eitt fitt pettið frá hvørjum øðrum, so hevur tað eydnast at finna eina semju. So tað trúgva vit uppá, sigur Jan Mortensen, sum tó ikki vil gera viðmerkingar um, hvussu langt Lønardeildin er til reiðar at flyta seg í hesum málinum.

Fíggjarmálaráðið fekk viðhald

Fasti Gerðarættur gjørdi seint í gjárkvøldið av, at Semingsstovnurin eisini fevnir um sáttmálaøkið hjá kommunulæknunum.

Hetta merkir, at Fíggjarmálaráðið fekk viðhald í, at lógin um seming er galdandi fyri kommunulæknarnar, hóast teir royndu at grundgeva fyri, at sum sjálvstøðugir vinnurekandi, so vóru teir ikki fevndir av lógini um seming.

Fasti Gerðarættur sigur í sínum úrskurði, at:

- Fasti Gerðarrættur metir samanumtikið, at talan í hesum føri er um eina kollektiva áhugatrætu á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og at Semingsstovnurin tí hevur heimild sambært semingslógini at fara undir semjing viðvíkjandi trætuni millum Kommunulæknafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið í sambandi við, at Kommunulæknafelag Føroya hevur lýst verkfall fyri limir sínar.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur at hann fer at tosa við partarnar í dag.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497