- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongd er á samráðingunum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/marjus_dam.jpg?itok=RywLS3ay)
Týsdagin gongur sáttmálin hjá Kommunulæknafelagnum út.
Kommunulæknafelagið boðaði í februar frá, at felagið hevði sagt sáttmálan við Heilustrygd og Heilsumálaráðið upp. Tá segði Marjus Dam, formaður í felagnum, at sáttmálin er minst 12 ára gamal og eigur at vera dagførdur, skal viðgerin ikki vera afturúrsigld.
Tann 18. apríl heitti Marjus Dam á fólk um at endurnýggja receptir, tí vandi var fyri, at eingin sáttmáli var 1. mai.
Enn er eingin semja um ein framtíðarsáttmála men gongd er á samráðingunum, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum við útvarpið i dag.
Ganga sámráðingarnar væl týsdagin fara kommunulæknarnir ikki í verkfall tá, men tað kann gerast neyðugt, um man ikki kemur nakran veg, sigur Marjus Dam
Sí eisini