Andstøðan ávaraði um djóraverndarlógina

25.04.2018 - 14:42
InnlendisPolitikkur
Andstøðan ávaraði um djóraverndarlógina
Í gjár bleiv djóraverndarlógin samtykt í løgtinginum.

Eitt av málunum, sum varð samtykt, áðrenn tingið fór í summarfrí í gjár, var Djóraverndarlógin.

Tað var tó ikki uttan ávaringar og atfinningar frá andstøðuni.

- Eg eri bangin fyri, at samgongan fer at samtykkja eina lóg, har í eingin í løgtinginum kennir innihaldið. Eg havi ávarað, og eg vil bara siga tað einaferð afturat. Gerið hetta ikki, tit koma at angra tað, segði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

Eisini Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum talaði at:

- Eg veit við stórari vissu, at tey, sum fáast við siðbundi djórahald í Føroyum - og tey eru ikki so fá í samgonguni - teimum dámar heldur ikki hesa lógina, sum nú fer at verða samtykt, og sum tey fara at trýsta á grøna knøttin fyri. Og tað er ikki tí, at tey halda, at vit ikki eiga at hava eina lóg, sum verjir djór, og tað

er ikki tí, at tey ikki hava virðing fyri djórum, men tí at henda lógin skjýtir yvir mál. Løgtingið verður sett út úr spælinum, landsstýrið fer hereftir at lóggeva á økinum, og tað veðrur ikki bara ein - tað verða tveir, segði Bjørn Kallsø.

Men hóast hesar ávaringar varð málið samtykt.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109