Varskógva sjúklingar

18.04.2018 - 09:47
InnlendisHeilsa
Varskógva sjúklingar
Kommunulæknafelagið heitir nú á fólk um at endurnýggja reseptir í góðari tíð, tí sáttmálin hja kommunulæknunum gongur út um tvær vikur

Kommunulæknafelagið heitir nú á fólk um at endurnýggja reseptir í góðari tíð, tí sáttmálin hjá felagnum gongur út tann 1. mai - tað vil siga um góðar tvær vikur. 

Marjus Dam, formaður í kommunulæknafelagnum, sigur, at felagið ynskir, at sjúklingar eru varugir við hetta, soleiðis at sjúklingarnir kunnu fyrireika seg. 

- Vandi er fyri, at vit hava ongan sáttmála 1. mai. Tí gera vit hetta, tí vit vilja hava at okkara sjúklingar fyrireika seg upp á, hvat møguliga kann henda, tá 1. mai kemur, sigur hann. 

Marjus Dam sigur, at partarnir ikki eru komnir á mál við samáðingunum enn, men at arbeitt verður fram ímóti einari semju áðrenn 1. mai.

- Vit eru í samráðingum, og vit eru ikki komnir á mál, og vit halda, at tað er rætt, at vit siga við sjúklingarnar, at teir eiga at fylla depotini hjá sær upp, so man ikki hevur trupulleikar tann 1. mai. Men vit eru so í samráðingum, og vit royna so at gera alt tað, sum vit kunnu fyri, at vit fáa ein sáttmála í hús. Tað er tað, sum vit ynskja at brúka tíðina frá nú og til 1. mai til, sigur Marjus Dam, sum ikki vil siga, hvørji krøv kommunulæknafelagið hevur.  

Kommunulæknafelagið boðaði í februar frá, at felagið hevði sagt sáttmálan við Heilustrygd og Heilsumálaráðið upp.

segði Marjus Dam, at sáttmálin er minst 12 ára gamal og eigur at vera dagførdur, skal viðgerin ikki vera afturúrsigld. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824