- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirmeting av eldraøkinum hevur skund
Tað hevur skund at eftirmeta eldraøkið, tí eldraøkið er ein stór byrða hjá kommununum, og vandi er fyri, at borgarar fara at fáa ymsa tænastu alt eftir, hvørjari kommunu tey búgva í.
Tað heldur Føroya Kommunufelag, sum sigur seg bíða eftir fundarboðum úr ymsu aðalráðunum.
Tá ábyrgdin av eldraøkinum frá 1. januar í 2015 varð flutt til kommunurnar, varð samstundis gjørt av, at eldraøkið skuldi eftirmetast í 2020.
Tað hava ymsir trupulleikar verið, og tí eigur eftirmetingin at vera sum skjótast, sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum.
Eftirmetingin skal fevna um afturberingarleistin, markamótini ímillum land og kommunur, kommunalu samstarvsøkini og mannagongdir, tá røktarkrevjandi borgarar flyta ímillum kommunurnar.
Hoyr samrøðu við Dennis Holm, formannin í kommunufelagnum, omanfyri.
Sí eisini