Fráboðanin um sjálvsavgerðarrætt óbroytt til ST

13.03.2018 - 16:56
InnlendisPolitikkur
Fráboðanin um sjálvsavgerðarrætt óbroytt til ST
Tær orðingarnar, ið vórðu í tí føroysku fráboðanini um sjálvsavgerðarrætt, fóru óbroyttar til ST aðalskrivaran. Tað sigur táverandi løgmaður

Magni Arge, fólkatingsmaður, var ikki nøgdur við svarið, ið Lars Løkke Rasmussen gav føroyanevndini, tá hann var spurdur um sjálvsavgerðarrættur føroyinganna til at skipa seg sum eitt fullveldi, var fráboðaður ST. 

Í eini yvirlýsing til ST, ið danska stjórnin sendi ST í 2006, standa tvær síður um støðu Føroya í samband við rættin hjá Føroyum at skipa seg sum ein sjálvstøðugan stat.

Í seinasta reglubrotið stendur, at Føroyar hava ein ómissandi rætt sjálvsavgerðarrætt og kann fáa loysing, um Føroya fólk velur tað í eini fólkaatkvøðu.

Fráboðanin komin rætta stað

Jóannes Eidesgaard var løgmaður í landsstýrissamgonguni frá 2004-08, ið orðaði føroysku fráboðina, ið skuldi sendast til ST. Sjálvur er hann ikki í iva, at fráboðanin er komin á rætta stað.

Eitt er tað, at Føroyar kunnu velja loysing, men Magni Arge segði í útvarpinum í gjár, at hann hevur heldur ikki fingið svar uppá, um Føroyar sleppa at skipa seg sum ein sjálvstøðugan stat, skuldi tað føroyska fólkið valt at loysa í eini fólkaatkvøðu.

Tí ivast hann í, um danir hava lagt tað fráboðanina við.

Jóannes Eidesgaard er hinvegin ikki í iva, at eisini tað er komið við.

Hoyr innslagið omanfyri. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990