- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Grundarlagið undir Sílaveiðifelagnum burtur
09.03.2018 - 15:17
Innlendis›Samfelag
- Grundarlagið undir Sílaveiðifelagnum burtur
- Um KOKS letur upp matstovu við Leynavatn, er grundarlagið undir Sílaveiðufelagnum burtur, sigur Hans Joensen, formaður í Sílaveiðifelagnum.
Sílaveiðufelagið hevur í skrivi til Tórshavnar kommunu gjørt vart við sína ónøgd í samband við ætlanirnar hjá KOKS at flyta matstovu sína í húsini hjá Betri við Leynavatn.
Hans Joensen er formaður í Sílaveiðufelagnum, og hann sigur, at ætlanirnar hótta grundarlagið undir Sílaveiðifelagnum, tí Leynavatn er grundarlagið undir 90 prosentum av inntøkunum hjá felagnum. Tað er í vanda fyri at detta burtur nú.
Hoyr samrøðu við Hans Joensen, formannin í Sílaveiðifelagnum omanfyri.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV