Lægsta burðartal í Suðuroy í áratíggju

06.03.2018 - 15:19
InnlendisSamfelag
Lægsta burðartal í Suðuroy í áratíggju
Í fjør vórðu bara 40 børn fødd í Suðuroynni, og hetta er tað lægsta í fleiri áratíggju.

Tað verður longri og longri millum ljóðið av barnagráti í Suðuroynni. Kommunurnar í Suðuroynni eru nú í felag farnar at fyrireika átøk at venda gongdini.

Tørvur er á átøkum at menna fólkatalið í Suðuroynni, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági. 

Einans 40 fødd í fjør

Seinastu árini er talið á nýføddum suðringum stútt og støðugt lækkað. Og árið í fjør var eitt tað lægsta í fleiri áratíggju. Tá blivu bara 40 børn fødd í Suðuroynni, vísa tøl hjá Hagstovuni. Talan er um børn sum eru fødd á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum.

Borgarstjóranum í Vági, Dennis Holm, staðfestir, at støðan í Suðuroynni er øðrvísi enn aðrastaðni í landinum. 

Onkuntíð omanfyri 100 fødd

Nógv av árunum í 70´unum og 80´unum var nýføðingatalið oman fyri 80, og onkur ár kom tað enntá upp um hundrað.

Men seinastu 20 árini hevur burðartalið ligið millum hálvtrýss og trýss. Og higartil lægsta talið í nógv ár var altso í fjør við bara 40 børnum.

Gongdin er ørkymlandi, sigur Dennis Holm. Allar kommunurnar í Suðuroynni arbeiða nú í felag at fyrireika átøk, sum kunnu venda gongdini við barnatalinum.

Hagstovan upplýsir, at sambært skrásetingum hjá Ríkisumboðnum vóru 38 børn fødd í Suðuroy í 1978. 

Hoyr innslagið omanfyri. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369