- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava klagað Kristin
08.01.2018 - 18:19
Innlendis
Hava klagað Kristin
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri hevur mist meirilutan í býráðnum og meirilutin vil nú velja nevndirnar av nýggjum
Tað hevur fingið ilt í nýggja meirilutan á Tvøroyri, at Kristin Michelsen avlýsti býráðsfundin, sum skuldi vera í dag klokkan fimm.
Tey eru serliga ónøgd um, at Kristin Michelsen ikki er komin við nakrari skrivligari grundgeving um, hví fundurin er avlýstur.
Tey hava sent Tvøroyrar Kommunu klagu um, at Kristin Michelsen hevur avlýst fundin uttan grundgeving.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV