- Tíðindi, mentan og ítróttur
700 mótmælisundirskriftir handaðar
14.12.2017 - 09:25
Innlendis›Heilsa
700 mótmælisundirskriftir handaðar
Tríggir sjúklingar hjá bróstkrabbalæknanum, Kristian Skúla, hava savnað inn mótmælisundirskriftir, nú avtalan hjá læknanum ikki er galdandi longur.

700 undirskriftir vórðu seinnapartin handaðar Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, í sambandi við, at avtalan millum landssjúkrahúsið og íslendska krabbameinslæknan, Kristjan Skúla Ágeirsson, ikki er galdandi longur.
Tær tríggjar; Mary Antonsdóttir, Súsan Joensen og Asley Johnson, hava staðið fyri innsavningni, og handaðu leiðsluni á landssjúkrahúsinum og landsstýriskvinnuni undirskriftirnar.
Ronnie Midjord, virkandi sjúkrahússtjóri, sigur, at hann hevur ikki sagt avtaluna upp.
Hoyr innslagið omanfyri.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV