- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alivinnan skal rinda brúksgjald
Tað heldur Skattanevndin, sum fyrr í vikuni almannakunngjørdi sítt tilmæli um at breiðka skattagrundarlagið við tí endamáli at lækka vanliga inntøkuskattin
Gjaldið, sum alivinnan eigur at rinda landskassanum, er ikki ein skattur, men eitt brúksgjald, sum skal rindast fyri at sleppa at brúka avmarkaða talið av alifirðum í Føroyum.
Kortini er brúksgjald til alivinnuna partur av pakkanum hjá Skattanevndini, tí - sum nevndin sigur - so er talan um inntøkukeldu hjá tí almenna, sum kann vera við til at breiðka inntøkugrundarlagið og fíggja umlegging av skattatrýstinum burtur frá vanliga inntøkuskattinum hjá m.a. einstaklingum.
Í frágreiðingini stendur:
"Skattanevndin mælir til, at inntøkurnar frá gjøldum fyri rættin at gagnnýta aliloyvini og fiskirættindi verða nýttar til at lækka inntøkuskattin við og styrkja landskassan við".
Ikki rættvísandi
Fyri at fáa støðufesti í sveiggjandi íkastið frá alivinnuni í landskassan, so ber til at javna inntøkurnar, sum verða brúktar á fíggjarlógini, yvir tíð um brúskapargrunn, sigur nevndin.
Galdandi loyvisgjald hjá alivinnuni er ov høgt, tá altjóða laksaprísurin er lágur, og gjaldið er ov lágt, tá prísurin er høgur. M.a. tí eigur tað at broytast, sigur Kári Petersen, formaður í Skattanevndini:
- Vit meina tað, at gjaldið eigur í nógv hægri mun at avspegla tað virðið, tað hevur, at kunna nýta teir føroysku alifirðirnir. Tað, sum vit síggja, er, at alifyritøkurnar rinda simpelthen for lítið loyvisgjald, tá prísirnar eru høgir. Tað gjaldið, sum vit hava í dag, er ikki ordiliga rættvísandi, sigur hann.
Krevja 80% av tilfeingisrentuni
Tað er ikki møguligt at fáa staðfest neyvt, hvussu stór tilfeingisrentan er í alivinnuni, tí eingin skipaður marknaður er, har aliloyvini javnan verða keypt og seld.
Tilfeingisrentan er marknaðarvirðið á rættinum at gagnnýta aliøkini. Og tí hevur Skattanevndin roknað seg fram til eitt loyvisgjald, sum alivinnan skal rinda, og sum er grundað á metta tilfeingisrentu.
Skattanevndin mælir ikki til, at øll tann roknaða tilfeingisrentan verður kravd, men 80% av henni.
Eitt slíkt gjald ger, at tað almenna fer at fáa minni inn í partafelagsskatti og vinningsbýtisskatti frá alivinnuni, men á botnlinjuni koma kortini at standa 190 milliónir krónur.
Hetta stendur í stóra roknistykkinum hjá Skattanevndini, sum mælir til at breiðka skattaskipanina, soleiðis at vanligi inntøkuskatturin kann setast niður.
Sí eisini