Pensjónsaldurin kann fara heilt upp í 71 ár

bannari
28.11.2017 - 12:46
InnlendisPengar
Pensjónsaldurin kann fara heilt upp í 71 ár
Tað heldur Føroya arbeiðsgevarafelag.  Fróði Magnussen er nevndarlimur í Arbeiðsgevarafelagnum, Hann vísir til útrokningar:
Føroya arbeiðsgevarafelag hevur skrivað hoyringarsvar um pensjónsnýskipanina hjá landsstýrinum.

Fólk liva tvífalt so leingi nú, eftir at eru fylt 67 ár, sum tey gjørdu, tá fólkapensjónin kom í sinni.

Tað er eisini betri at hækka pensjónsaldurin enn at gera fimm aðrar broytingar, sum eru torskildar hjá fólki.

Fróði Magnussen vónar, at onnur nú eisini fara at tora at tosa um at hækka pensjónsaldurin nøkur ár. 

Higartil hevur tað verið sum at vísa hundi brand at tosa um at hækka pensjónsaldurin. 

Í uppskotinum hjá landsstýrinum verður mælt til, at pensjónsaldurin hækkar hálvt ár í 2025 og hálvt ár afturat í 2030, tá hann verður 68 ár.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948