- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kirkjan kann brúkast til nógv ymiskt

Í dag hátíðarheldur Hoyvíkar Kirkja, at tað eru 10 ár síðani kirkjan varð vígd.
Í tí sambandi bjóðaði kirkjuráðið til morgunmatar í kirkjukjallaranum klokkan 9 í morgun, og hátíðarguðstænasta var hildin klokkan 11, har fleiri prestar luttóku.
Vit vóru til morgunmatin, har vit hittu Theodor Eli Dam Olsen, sóknarprest í Hoyvík, og vit spurdu hann millum annað um, hvørt nýggja kirkjan í Hoyvík hevur fingið fleiri at ganga í kirkju.
- Tað er ikki vist, men kirkjan hevur nógvar funktiónir, og tað er av stórum týdningi, at ein býlingur í vøkstri hevur eina kirkju, sigur presturin.
Umleið 200 fólk eru ofta í kirkju ein vanligan sunnudag, men tað hendir eisini at 300 - 400 koma í kirkju, uttan at nøkur serlig hending er, sigur Theodor Eli Dam Olsen.
Í sambandi við hátíðarhaldið er listaframsýning, sum Kinna Poulsen er kurator á, í kirkjukjallaranum. Hon er at síggja millum klokkan 14-16 fram til 11. november.
Sí eisini