Skorheim: Eg vil hava ávirkan

03.11.2017 - 12:46
InnlendisPolitikkur
Skorheim: Eg vil hava ávirkan
Stóðu vit ikki her, so stóð onkur annar flokkur her og setti síni fingramerki á pensjónsnýskipanina, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri

Sjálvstýri er ein flokkur, sum vil hava ávirkan. Stóðu vit ikki her, so stóð onkur annar flokkur her og setti síni fingramerki á pensjónsnýskipanina.

Tað sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, sum fyrrapartin skrivaði undir eitt semjuskjal við teir tríggjar samgonguflokkarnar.

- Vit mugu fáa eina broyting í pensjónsviðurskiftunum, soleiðis at vit kunnu tryggja bæði haldføri og pensjónistarnir í framtíðini. 

Hoyr samrøðuna við Jógvan Skorheim omanfyri, har hann slær fast, at Sjálvstýri er partur av einari pensjónsnýskipan og ikki einari fiskivinnunýskipan. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805