Mugu ikki seta okkum undir donsku grundlógina

bannari
25.10.2017 - 11:36
InnlendisPolitikkur
Mugu ikki seta okkum undir donsku grundlógina
Løgtingið kann ikki samtykkja stjórnarskipan, sum staðfestir, at Føroyar eru undir grundlógini, heldur Sjálvstýri.

Jógvan Skorheim, floksformaður, stúrir fyri, at orðingar í stjórnarskipanaruppskotinum kunnu hava við sær, at føroyingar viðurkenna grundlógina.

Sambandsflokkurin vil hinvegin hava trygd fyri, at Føroyar eru undir grundlógini.

Ivast í formælinum

Í formælinum stendur, at stjórnarskipanin setur ikki úr gildi verandi stjórnarrættarligu sáttmálar og altjóða avtalur.

Og nú vilja Sjálvstýri og Sambandsflokkinum vita, hvat tað vil siga.

Jógvan Skorheim vil vita, um danska grundlógin er at rokna sum ein stjórnarrættarligur sáttmáli, sum vit ikki seta úr gildi.

Sjálvstýrisformaðurin stúrir fyri, at føroya fólk fer við hesari orðingini at viðurkenna donsku grundlógina sum okkara grundlóg.

- Vit kunnu ikki hava ein stjórnarskipan, sum staðfestir, at vit kanska eru undir grundlógini, sigur hann.

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, vil hinvegin vita, um danska grundlógin er at rokna sum ein stjórnarrættarligur sáttmáli, sum vit ikki seta úr gildi.

- Stjórnarskipanin skal hava rættarstatus niðanfyri grundlógina, sigur hann.

Mugu hava svar

Teir báðir halda í øllum førum, at spurningurin kann ikki standa ósvaraður.

- Tað er greitt, at vit kunnu ikki biðja føroya fólk taka støðu, tá vit í Løgtinginum ikki eru samd um, hvat tað merkir, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Tað sama heldur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.

- Vit mugu vita púra greitt, hvat verður galdandi, tá vit hava samtykt eina slíka stjórnarskipan, sigur hann.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948