- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta er ikki rætta løtan at gera íløgur
Búskapurin í Føroyum er rímiliga heitur.
- Tí eigur tað almenna kanska at halda aftur í teirra íløguparti júst nú, heldur Malan Johansen, sum er stjóri í Landsbankanum.
Brúka nógvar pengar
Landsstýriskvinnan Kristina Háfoss legði fíggjarlógina fram á tíðindafundi í fundarhølinum í Kvíggjartúni tann 29. september.
Landsstýrið væntar 408 milliónir krónur í avlopi.
Rakstrarútreiðslurnar standa til at hækka 1,9 prosent, men tað verður meira enn tað, tí sáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum eru ikki gjørdir enn.
Íløguparturin veksur eisini.
- Tað er serliga tí, at Glasir skal gerast liðugt, og vit fara eisini ígongd við eitt nýtt havrannsóknarskip, umframt at íløgur eisini verða gjørdar á sjúkrahúsinum, segði landsstýriskvinnan tá.
Men landsbankastjórin heldur, at landsstýrið eigur at bíða við nøkrum íløgum.
- Eg veit ikki, um vit gera ov stórar íløgur, men timingin er kanska ikki røtt. Tað skulu íløgur til, eisini hjá tí almenna fyri at viðlíkahalda alt tað almenna kompleksið, so spurningurin er kanska meira, nær man ger íløgurnar, sigur hon.
Sí eisini