- Tíðindi, mentan og ítróttur
Handilsskúlin verður ikki seldur

Meiningin var, at øll skúlagongd skuldi fara fram á Glasi, men nú skal Handilsskúlabygningurin brúkast til hægru útbúgvingarnar, s.s. marknaðarførslubúskap, byggitøkning, framleiðslutøkning og fíggjarbúskap, sigur Bogi Bech Jensen, stjórin á Glasi.
Stjórin heldur, at tað hóskar seg væl at býta næmingarnar upp eftir miðnámi og hægri útbúgvingum, tí so skulu tey, sum hava tikið miðnám, ikki í skúla í somu hølum aftur, men vera í einum bygningi fyri seg, tá tey fara í holt við hægru útbúgvingina.
Sambært Boga Bech Jensen, verður tað pláss fyri øllum nú, tá Handilsskúlin er roknaður uppí, og tí verður Tekniski Skúli enn seldur, sum ætlað. Tað hevur við sær, at tað verður neyðugt at keypa nøkur nýggj amboð til teknisku útbúgvingarnar, sum ikki kunnu brúkast í nýggja skúladeplinum.
Sí eisini