- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar missa ikki rættin til SU í Danmark
08.09.2017 - 12:38
Innlendis
Føroyingar missa ikki rættin til SU í Danmark
Søren Espersen vísur aftur, at Dansk Folkeparti ætlar at javnseta føroyingar við útlendingar í Danmark
Føroyingar í Danmark hava somu rættindi sum danir, og tí missa føroyingar ikki rættin til lestrarstuðul í Danmark, sigur Søren Espersen úr danska fólkaflokkinum. Tað hevur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, annars róð fram undir.
Í samráðingunum um donsku fíggjarlógina, hevur danski fólkaflokkurin borið fram ynski um, at útlendingar skulu hava búð í Damnark sjey av seinastu átta árunum fyri at fáa danskan lestrarstuðul. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sendi í morgun út tíðindaskriv, har hann leggur danska fólkaflokkin undir at vilja javnseta føroyingar við aðrar útlendingar í hesum sambandi, men hesum vísur Søren Espersen aftur.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV