- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kryvjivirkið í Vági verður klárt í vár
07.09.2017 - 17:20
Innlendis›Samfelag
Kryvjivirkið í Vági verður klárt í vár
Bakkafrost er farið undir at dagføra virkið, sum fyrr at Polarfrost. Maskinur at kryvja verða settar inn í verðandi bygning

Ætlanin er at hava fýra linjur og onkur útbygging verður eisini, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti í samrøðu.
Brúk verður fyri einum 40 - 50 fólkum at arbeiða á virkinum.
Bakkafrost søkir nú eftir virkisleiðara til virkið í Vági. Virkið verður klárt at taka í nýtslu í vár, men virkisleiðarin verður settur í starv sum skjótast.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV