Ongar flogbóltskvinnur á oyggjaleikunum hesaferð

bannari
22.06.2017 - 16:31
Ítróttur
Ongar flogbóltskvinnur á oyggjaleikunum hesaferð
Kvinnulandsliðið í flogbólti hevur vunnið antin gull ella silvur á øllum oyggjaleikum síðan 1997. Men í ár eru tær ikki við

Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya harmast um, at kvinnulandsliðið ikki er við á oyggjaleikunum í Gotlandi í komandi viku.

-Fíggjaligu útlitini vóru ikki til tað, og tað eru vit sera hørm um, sigur hann. Ístaðin fer kvinnulandsliðið at spæla EM-kapping í Luksembourg, ímeðan manslandsliðið fer at kappast í Gotlandi.

Fyrsti dysturin hjá flogbóltsmonnunum á oyggjaleikunum verður ímóti Grønlandi sunnudagin.

Í EM-kappingini skulu føroysku flogbóltskvinnurnar spæla ímóti Luksembourg, Skotlandi, Kyprós og Íslandi. Fyrsti dysturin er ímóti Kyprós í morgin, fríggjadagin kl.12 føroyska tíð.

Dystirnir hjá kvinnulandsliðnum kunnu stroymast umvegis heimasíðuna hjá RTL

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331