Gullið á heimavegi

bannari
23.06.2017 - 19:00
Ítróttur
Gullið á heimavegi
Absalon Hansen er nú bogaskjútti, men í 1989 vann hann gull í marathon á føroysku vegunum, tá ið oyggjaleikirnir vórðu hildnir í Føroyum
Absalon hevur umboðað Føroyar á oyggjaleikunum sum rennari, súkklari og bogaskjútti

Vit skrúva tíðina aftur til 1989. Jógvan Sundstein, løgmaður bjóðar vælkomin á oyggjaleikir, sum Føroyar á fyrsta - og higartil einasta - sinni eru vertir fyri.

Absalon Hansen hevur vant hvønn dag síðan leikirnar í '87, tí hann ætlar sær at vinna gull á marathonteininum av Selatrað til Toftir.

Tað eydnast honum, og hann minnist enn í dag, hvussu fólk stóðu frammi við vegnum og klappaðu fyri honum.

Nøkur ár seinni skifti Absalon renniskógvarnar út við súkklu, og seinni er hon skift út við boga og ørv. Komandi dagarnar fara Absalon og hinir bogaskjúttarnir at gera sítt besta fyri Føroyar í Gotlandi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Undansending: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331