- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søgan um fyrsta heiðursmerkið á oyggjaleikunum
21.06.2017 - 15:04
Ítróttur
Søgan um fyrsta heiðursmerkið á oyggjaleikunum
Silvurmerkið frá oyggjaleikunum í 1985 hevur heilt serligan týdning fyri Elmar Ósa
Í 1985 gjørdist Elmar Ósa fólkahetja, tá hann vann fyrsta føroyska oyggjaleikaheiðursmerkið nakrantíð. Hetta var á fyrstu leikunum á Isle of Man, tá Elmar var næstskjótasti svimjarin á 66 2/3 metrum.
Silvurkrónan hevur eitt serligt pláss í føroyskari ítróttasøgu, men eisini fyri Elmar sjálvan, sum gjørdi av at leggja heiðursmerkið í kistuna hjá mammu hansara, sum andaðist í 1987.
Søgan um fyrsta oyggjaleikaheiðursmerkið er partur av Sparta um oyggjaleikirnar, sum verður í útvarpinum í morgin kl.16.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV