- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava bústaðarskyldu

Tíðin er komin at taka víðtøkin stig fyri at vinna á íbúðarneyðini. Nógv fólk hava sera trupult við at finna ein bústað, sum hóskar til teirra, og tørvurin á leiguíbúðum ella øðrum bústøðum liggur millum 1.500 og 2.000.
Landsstýriskvinnan við bústaðarmálum ásannar trupulleikan, men hon vísir samstundis á, hvussu trupult tað er at loysa ein so stóran tørv í skundi. Hon ætlar serliga at hyggja nærri at leigulógini, og umhugsar at gera Bústaðir til eina miðstøð, sum skal fyrisita allar leiguíbúðir.
Ingolf S. Olsen er meira ítøkiligur. Hann vísir á, at tóm hús standa um alt landið, samstundis sum fólk ikki fáa tak yvir høvdið. Brúksskylda á bústaðir, og eitt gjald á eyka bústaðir, sum ikki vera brúktir, er ein máti at loysa tann trupulleikan, sigur hann.