Samstarva um útlendingar

05.04.2017 - 09:29
InnlendisSamfelag
Samstarva um útlendingar
Útlendingastovan og Kommunufelagið skipa fyri átaki, sum skal gera kommunurnar betur førar fyri at taka ímóti útlendskum tilflytarum

Fyrsta sambandið hjá útlendingum við føroysku myndugleikarnar er sera týdningarmikið.

Men kommunurnar kunna gera hetta fyrsta sambandið betri og fáa meira burturúr.

Tað sigur Barbara Jacobsen, sum er verkætlanarsett á Útlendingastovuni, og sum hevur arbeitt við at taka ímóti útlendingum í donskum kommunum.

Útlendingastovan og Kommunufelagið eru farin at samstarva um eina  verkætlan, sum skal gera kommunurnar í Føroyum betur førar fyri at taka ímóti útlendskum tilflytarum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Undansending: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035