Henrik hevur ikki førleika at vera nevndarlimur

25.01.2017 - 12:50
InnlendisSamfelag
Henrik hevur ikki førleika at vera nevndarlimur
Kristina Háfoss, landsstýrismaður, harmast mannagongdina, at Henrik Weihe Joensen fyrst varð góðkendur sum nevndarlimur, men síðani varð vrakaður

Kommunustjórin á Tvøroyri, Henrik Weihe Joensen, hevur ikki búskaparligu førleikarnar til at vera við at manna nevndina í Landsbankanum.

Hann er m.a. løgfrøðingur, men í lógini fyri Landsbankan stendur, at nevndarlimirnir skulu hava búskaparligar førleikar, vitan um fígging og kredittmeting og serligt innlit í føroyska búskapin.

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, eftir at Henrik Weihe Joensen fyrst varð góðkendur sum nevndarlimur, men síðani vrakaður aftur.

Tað var ein fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum, sum boðaði Henriki Weihe Joensen frá, at hann kortini ikki skuldi vera nevndarlimur, og Kristina Háfoss harmast um mannagongdina í Fíggjarmálaráðnum.

Onga viðmerking

Henrik Weihe Joensen sigur, at hann góðtekur grundgevingina hjá Fíggjarmálaráðnum, og vil ikki gera fleiri viðmerkingar til málið.

Tey, sum higartil eru vald í nevndina fyri Landsbankan, eru: Zvonko Mrdalo, Elisabeth Eldevig, Kristoffur Laksá, Ninna Herdis Danielsen, Edvard Heen og Jan Otto Holm.

Tá Kommunufelagið hevur tilnevnt nýggjan nevndarlim fer nevndin at skipa seg, og síðani verður lýst eftir stjóra.

Malan Johansen er fyribils stjóri í Landsbanka Føroya.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947