- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Óheppið at Trump stuðlar Putin heldur enn Obama

Fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen letur á facebook ongan iva vera um, at hann heldur, at Barack Obama forseti er óbúgvin á altjóða pallinum.
Hann skrivar soleiðis:
- Vóni, at Trump fer at uppføra seg meira búgvið á altjóðapallinum enn sitandi forseti hevur gjørt, og so at útvísa 35 russiskar diplomatar, beint áðrenn stungið verður í sekkin, er bæði fjákut og óbúgvið.
Kaj Leo Holm Johannesen leggur afturat:
- Vóni, at Trump broytir hesa avgerð beinanveg, og (eri, red.) samdur við Putin, tá hann sigur, at hann ikki vil fara niður á køksdiplomati og bíðar eftir, hvat Trump fer at gera.
Báðir tinglimirnir úr Miðflokkinum, Jenis av Rana og Bill Justinussen, geva hesi útsøgnini hjá Kaj Leo Holm Johannesen sín stuðul á facebook.
Aksel V. Johannesen, løgmaður hevur tó eina aðra fatan av støðuni.