- Tíðindi, mentan og ítróttur
Haraldssund fær borgarstjóran í Kunoyar kommunu
11.11.2016 - 13:48
Innlendis›Politikkur
Haraldssund fær borgarstjóran í Kunoyar kommunu
Jógvan á Høvdanum, sum er valdur á lista A, kennir seg stungnan í bakið
Listi A fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum í Kunoy, og sambært Jógvani á Høvdanum átti listi A, sum var listin fyri Kunoyar bygd, at fingið borgarstjóraessin.
Men tá avtornaði gjørdist Sóleyð Klettskarð í Kongsstovu á lista B, sum umboðar Haraldssund, borgarstjóri.
Sonja Sólheyg Michaelsen er varaborgarstjóri.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV