Eina viku at finna orkuloysn

bannari
31.08.2016 - 13:33
InnlendisTøkni
Eina viku at finna orkuloysn
Landsstýriskvinnan hevur givið SEV, Fjarhitafelagnum, Umhvørvisstovuni og Glasi endaliga freist at finna eina loysn uppá eina hitaskipan til Glasir

Verður eingin loysn funnin sker landsstýriskvinnan í gjøgnum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Umhvørvisstovan, Fjarhitafelagið, SEV og Glasir hava nú fingið knívin á barkan frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum. Ein orkuloysn til nýggja skúlabygningin skal nú finnast.

Uppskotið hjá Rigmor Dam um at játta 13,4 milliónir krónur til jarðhitan hjá Glasi er í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum skuldi hava fund um málið aftur seinasta mánadag.

Men Fíggjarnevndin bíðar eftir royndini hjá landsstýriskvinnuni at finna eina loysn. Fíggjarnevndin hevur tí ikki fund aftur fyrr enn í næstu viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823