- Nýggjur Landsbanki skapar størri trúvirði

04.08.2016 - 15:29
Innlendis
- Nýggjur Landsbanki skapar størri trúvirði
Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni og fyrrverandi stjóri í Landsbankanum, frøist um, at Landsbankin verður endurstovnaður 1. oktobur.
Sigurd Poulsen, fyrrverandi stjóri í Landsbankanum.
Mynd: Savnsmynd  

Fíggjarliga trúvirðið hjá føroyingum verður størri, nú Landsbankin skal endurstovnast 1. oktobur. Tað heldur Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni. Hann var stjóri í gamla Landsbankanum øll 25 árini frá 1988 til, stovnurin varð niðurlagdur 1. apríl 2013.

Sigurd Poulsen harmast um, at Landsbankin varð niðurlagdur, tí Føroyar tørva ein óheftan, fakliga stýrdan stovn, sum arbeiðir fyri øllum landinum.

Hann heldur tað vera óheppið, velur ein komandi samgonga aftur at niðurleggja Landsbankan, men sigur, at soleiðis eru treytirnar í einum demokratiskum landi. 

- Tað mugu vit liva við. Vit mugu bara vóna, at fólk krevja av politikarunum, at tey hava brúk fyri einum landsbanka.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948