Magni Arge fer aftur í løgtingið

01.08.2016 - 13:16
InnlendisPolitikkur
Magni Arge fer aftur í løgtingið
Fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi heldur seg vera ov langt burturi frá føroyskum politikki

Magni Arge kemur aftur í løgtingið eina ferð í heyst, helst í oktober.

Hann ætlar at biðja um farloyvi í fólkatinginum, har hann hevur verið síðani fyrst í oktober í fjør, tá tingsetan byrjaði.

Tað er ikki tí, at hann ikki trívist í fólkatinginum, men hann heldur seg vera ov langt burturi frá føroyskum politikki.

Tá tey í landsstýrinum eru undantikin, er Annita á Fríðriksmørk næst at fara í fólkatingið.

Men hon er forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi í løgtinginum.

Eftir hana kemur so borgarstjórin í Runavík, Torbjørn Jacobsen. Hann er ikki í løgtinginum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944