- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varð tikin av fyri at skapa virksemi
12.02.2016 - 08:32
Innlendis›Politikkur
Varð tikin av fyri at skapa virksemi
Hóast hann tók íløgukarmin av í sínari tíð, tekur Bárður Nielsen undir við landsstýrinum um at avmarka íløgur og rakstur hjá kommunum

Íløgukarmurin hjá kommununum varð tikin av fyri at fáa gongd aftur í samfelagshjólini. Tí virksemið var lítið og arbeiðsloysið stórt.
Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.
Tað var í hansara tíð sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, at íløgukarmurin hjá kommununum varð tikin av.
Hann tekur fult undir við ætlanunum hjá landsstýrinum um áleggja kommununum karmar á bæði íløgur og rakstur.
- Tað er so nógv ferð á búskapinum, at tað er neyðugt at leggja loft á, heldur hann.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV