- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiða í Havn, men sova í Suðuroy hvørja nátt
17.09.2015 - 13:30
Innlendis›Samfelag
Arbeiða í Havn, men sova í Suðuroy hvørja nátt
Strandfaraskip landsins arbeiða við einari ætlan um at lata Smyril fara úr Suðuroy klokkan seks um morgunin.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/6698b5c43029fcf22524f68fcccda807.png?itok=5j08mQI-)
Skjótt fer kanska at bera til at fara í skúla ella til arbeiðis í Havn klokkan átta á morgni og kortini sova í Suðuroynni hvørja nátt.
Strandfaraskip landsins arbeiða við einari ætlan um at lata Smyril fara úr Suðri klokkan seks um morgunin.
Og Smyril fær gott internet, so skúlafólk kunnu gera heimaarbeiði á veg norður ella suðuraftur seinnapartin.
Fyribils verður ikki talan um fleiri túrar, men at fáa sum mest burtur úr tí túratali, sum longu er, sigur Hilmar Eliasen stjóri á Strandfaraskipum landsins, sum bjóðaði til almennan fund í gjárkvøldið um Suðuroyarsiglingina.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV