- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blokkurin minkar neyvan
Politiska semjan millum teir tríggjar samgonguflokkarnar røkkur eftir øllum at døma bara til at fastfrysta ríkisveitingina úr Danmark
Sambært samgonguskjalinum verður ríkisveitingin fyrst fastfryst og seinni minkað.
Men tá Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari og komandi løgmaður, á tíðindafundi í gjár varð spurdur um, hvat tað merkir, svaraði hann, at eingin avtala er um, at ríkisveitingin skal minka í hesum valskeiðnum.
Sambært samgonguskjalinum skal ein komandi inntøkuvøkstur landsins fyri ein part setast í Búskapargrunnin, tá ið hallið er vent til avlop.
Sett verða í grunnin 20 prosent av árliga avlopinum upp til 200 milliónir krónur og 50 prosent av tí, sum er omanfyri 200 milliónir krónur.