- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvissa um lagnuna hjá floksformanninum
02.09.2015 - 13:36
Innlendis›Politikkur
Óvissa um lagnuna hjá floksformanninum
Sambandsflokkurin fer á fund seinnapartin í dag at viðgera vánaliga valúrslitið og støðuna hjá formanni floksins, Kaj Leo Johannesen
Nógv bendir á, at ein uppgerð er í væntu um formansessin í Sambandsflokkinum eftir stóru afturgongdina á løgtingsvalinum í gjár.
Kaj Leo Holm Johannesen, formaður, tykist ikki at hava nývalda tingbólkin aftanfyri seg.
Sambandsflokkurin fekk 18,8 prosent av atkvøðunum á valinum í gjár og seks tinglimir í mun til átta tinglimir við seinasta val. Afturgongdin var seks prosentstig.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV