Vænta ikki at stjórnini verður langt lív lagað

bannari
28.06.2015 - 14:05
Vænta ikki at stjórnini verður langt lív lagað
Politiskir eygleiðarar á Christiansborg vænta ikki, at nýggju stjórnini í Danmark verður langt lív lagað, kanska eitt ella tvey ár

Vinstriflokkurin hevur bara 34 sessir, av 175 valdum í Danmark, í fólkatinginum, nú nýggj stjórn er skipað.

Í ringasta føri kunnu tað verða flokkarnir, sum eru parlamentariska grundarlagið hjá stjórnini, tað eru Danski fólkaflokkurin, Liberal Alliance og Konservativi fólkaflokkurin, sum fara at taka stuðulin til stjórnina aftur, tí hon noyðist at gera so nógvar semjur - eisini við reyða veingin í fólkatinginum.

Á eykalandsfundi fer danski javnaðarflokkurin at velja Mette Frederiksen til nýggja forkvinnu eftir Helle Thorning-Schmidt, sum valkvøldið boðaði frá, at hon fór at leggja frá sær.

Mette Frederiksen hevur leingi verið hildin at verða tann, sum fór at avloysa Helle Thorning-Schmidt. Seinasta valskeið hevur hon bæði verið ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum og løgmálaráðharri.

Hoyr Kaj Joensen, føroyskan tíðindamann á Christiansborg, greiða frá.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791