- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veljarin má hava álit á tær
- At reka handil uttan at lýsa, er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri, sigur Sissal, tá hon verður spurd, um tað er neyðugt hjá politikarum at profilera seg.
- Tú mást markera teg har tínir veljarar eru - vel tann platform, sum tínir veljarar nýta, so tey síggja teg, heldur hon fram.
Sissal hevur nøkur góð ráð til politikarar, ið bjóða seg fram.
- Skulu veljarar leggja merki til tín, er tað er ein balansugongd, hvussu nógv tú skalt gera burturúr. Eru nógv onnur um boðið, mást tú gera meira burturúr, men eru fá, ið profilera seg, mást tú ikki gera ov nógv burturúr, tí so stendur tú og rópar einsamøll, og tað tíma fólk heldur ikki.
Veljarar kunnu bert halda seg til tað, sum politikarar siga, og hava ongan reklamatiónsrætt. Hetta merkir, at tað snýr seg um, at veljarin skal hava álit á tí sum politikarin sigur. So politikarin skal halda seg til síni aðalmál, og ikki royna at hava eina meining um alt.
Tá tað kemur til hvørjar platformar ein politikari skal velja, sigur Sissal um valplakatina, at hon er ein góð áminning um andlitið hjá politikaranum. Einsøll selur
hon ikki, men saman við øðrum platformum er hon góð.
Um sosialu miðlarnar sigur ho,n at føroyskir politikarar eru ikki so royndir politiskt har enn, og tey duga ikki altíð ikki nóg væl at hugsa seg um, áðrenn tey skriva. Tað er skjótt at tey kunnu siga okkurt, ið er óheppi, og kunnu á henda hátt vera drigin við inn í stór skeldarí á sosialu miðlunum, uttan at vilja tað.
Google ads er eitt nýtt mið hjá føroyingum, og tí fáa teir politikarar, ið nýta hesar, sera nógv fyri pengarnar, sjálvt um tað ikki hevur verið kostnaðarmikið.
Hoyrið alla samrøðuna her