- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Vit kunnu ikki bara selja shorts í Føroyum
28.05.2015 - 09:23
Lívsstílur
- Vit kunnu ikki bara selja shorts í Føroyum
Tað at raðfesta gransking er ein góð íløga, sum fer at geva avkast, sigur Tóra Petersen, forkvinna í Granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum

Árligi Granskingardagurin á Landssjúkrahúsinum verður í dag í Forhøllini á Landssjúkrahúsinum. Granskingardagurin varð fyrstu ferð hildin í 2013.
Granskingardagurin er eitt tiltak, ið er sprottið úr tí økta áhuganum og strembanini at gera gransking til ein fastan tátt á Landssjúkrahúsinum. Menningin av einum og hvørjum nútímans sjúkrahúsverki krevur, at bæði útbúgving og gransking er ein nátúrligur og samansjóðaður partur av virkseminum, ið verður framt hvønn dag
Tað hevur verið framgongd í granskingini síðan byrjan, og á Landssjúkrahúsinum fegnast tey um, at granskingin seinastu árini er fleirfaldað og hevur breitt seg til fleiri fakøki.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV