- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjóri: Kommunur hava avgerðarrættin

Kommunurnar mugu sjálvar gera av, hvør sleppur at nýta ognirnar hjá kommununum.
Tað skrivar Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, í lesarabrævi, nú fleiri kommununur hava gjørt av at avmarka møguleikarnar hjá Sea Sheperd at nýta kommunalar hentleikar og ognir.
Kommunustýrið heima á Sandi fer nú at taka støðu til, um tað skal nokta Sea Shepherd at nýta hentleikar í kommununi.
Kommunala eftirlitið fer at hyggja nærri at málinum, nú kommunur ætla at forða Sea Shepherd at nýta kommunalar ognir.
Hilmar Høgenni, deildarleiðari á Kommunalaeftirlitinum, segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at eftirlitið fer at viðgera málið yvirhøvur.
Hoyr Brand Sandoy, borgarstjóra, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini