- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava granskarar til Føroyar

Umleið 80 fólk, ið arbeiða við at gera tað lættari hjá granskarum at flyta millum lond, hittast í Føroyum hesa vikuna.
Í dag og í morgin skipa Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið fyri eini norðurlendskari EURAXESS ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um, hvussu norðurlendskir granskingarstovnar kunnu draga fleiri útlendskar granskarar til sín við at gera tað lættari og áhugaverdari at virka í norðurlondum.
Føroyar hava verið partur av europeiska EURAXESS-samstarvinum í trý ár. EURAXESS fevnir um 40 lond í Europa, sum øll hava tænastur, ið hjálpa granskarum at flyta millum londini. Í Føroyum eru tveir EURAXESS-deplar - ein í Granskingarráðnum og ein á Fróðskaparsetrinum.
Sí eisini