- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiða ólønt á KOKS
26.05.2015 - 15:11
Innlendis›Samfelag
Arbeiða ólønt á KOKS
Matstovan á Hotel Føroyum er so so væl umtókt, at fólk arbeiða ólønt bara fyri at kunna vísa á, at tey hava arbeitt har
Føroyska matstovan KOKS hevur so gott orð á sær, at fólk bjóða seg fram at arbeiða ólønt á matstovuni.
Tað hendir, at viðurkendar matstovur eru so dragandi, at fólk arbeiða uttan løn bara fyri at kunna vísa á, at tey hava arbeitt har.
Hendan tráanin hjá starvsfólki í matstovuvinnuni eftir góðskustempli kenna vit frá eitt nú NOMA og Geranium.
Hetta er nú eisini veruleiki á KOKS, sum í farnu viku varð kosin at vera besta matstova í norðurlondum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV