- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ynskja ítróttarháskúla í Vági
04.05.2015 - 13:36
Ítróttur›Annar ítróttur
Ynskja ítróttarháskúla í Vági
Mentamálaráðið hevur biðið um 800.000 krónur til ítróttarháskúla í Vági. Ætlanin er at byrja í august.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/ad69604dac731931349ccda82a9b6629.png?itok=y9P8iq_A)
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at Mentamálaráðið fekk eina umsókn, sum er so mikið fullfíggjað og spennandi, at ráðið er sinnað at játta pengar til nýggja háskúlan.
Sambært uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum løgtingið fekk hósdagin, er ætlanin at stovna háskúlan í august, og skúlin tekur inn fyrstu næmingarnar hálvan august.
Nýggi háskúlin fer at leggja høvuðsdent á ítrótt, serliga svimjing, fótbólt og handbólt.
Háskúlin verður skipaður sum sjálvsognarstovnur, og hann verður í Vági. Fyrsta árið verður royndarár.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV