- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suðuroyingar ganga til fyrsta Merkið
Flaggdagshald eru kring alt landið í samband við flaggdagin, sum er 25 apríl.
Tað er ymiskt hvat bygdir gera burturúr degnum. Í Suðuroy hava fleiri bygdir sligið seg saman um dag og skipað fyri fleiri gongutúrum til sama stað.
Rúni Thomsen, stigtakari, sigur at gingið verður úr Øravík, Hvalba, Vági og úr Hovi. Men hóast gongurtúrarnir byrja ymsastaðni, so gongur túrurin til Fámjin.
Tað er jú kirkjuni í Fámjin at fyrsta føroyska Merkið hongur. Túrurin er skipaður soleiðis at fólk vera í Fámjin um somu tíð, so tískil byrja túrarnir ymiskt, alt eftir hvussu langir teir eru at ganga. Gingið verður eftir gomlum bygdagøtum.
Undirtøkan er sera stór, hoyr Rúna Thomsen greiða frá degnum.
Meira um gongutúrarnar her : http://www.sudurras.fo/43201
Sí eisini