- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunufelagið: Pengar skulu fylgja við

Uttan pengar frá landinum fara kommunurnar ikki at gjalda sjúkrahúsunum fyri fólk, sum eru liðugt viðgjørd har, men onga staðni hava at fara, og tí noyðast at vera verandi á sjúkrahúsinum.
Tað sigur formaðurin í Kommunufelagnum, Heðin Mortensen, nú uppskot er komið í løgtingið um at lata kommununum fíggjarligu ábyrgdina av gomlum fólki á sjúkrahúsunum.
Lógarbroytingin, sum nú er komin í løgtingið, skal koma í gildi 1.juni.
Av tí at kommunurnar frá 1.januar í ár hava ábyrgdina av heimatænastu og eldrarøkt, heldur Karsten Hansen, at kommunurnar eisini eiga at bera útreiðslurnar, sum sjúkrahúsini fáa, tá tey ikki kunnu útskriva sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdir, til kommunalu heimatænastuna og eldrarøktina.
Sí eisini