Havi ikki neyðugu heimildina at samráðast

11.03.2015 - 11:57
InnlendisPolitikkur
Havi ikki neyðugu heimildina at samráðast
Samgongan má taka støðu til, hvat hon vil í fiskivinnupolitikkinum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður

- Hóast eg helt meg hava heimild at samráðast við andstøðuna um nýggja fiskivinnupolitikkin, so føli eg nú, at eg ikki havi neyðugu heimildina, og tí má samgongan taka støðu til, hvat hon vil.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum í gjár boðaði frá, at hann ikki sá nakra meining í at halda fram við samráðingunum við andstøðuna, fyrr enn samgongan hevur gjørt sær greitt, hvat hon ætlar á fiskivinnuøkinum.

Felags fatanin av fiskivinnupolitikkinum, sum vit høvdu í samgonguni 1. februar, tykist ikki at halda longur, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050