- Tíðindi, mentan og ítróttur
Høvdavirkið: Neyðugt at lóggeva alt upp á land
02.03.2015 - 12:11
Innlendis›Samfelag
Høvdavirkið: Neyðugt at lóggeva alt upp á land
Virði fyri meiri enn 100 milliónir kr. verða tveitt fyri borð hvørt einasta ár, og tað líkist ongum, sigur stjórin á Høvdavirkinum

Føroysk skip tveita stór virði í havið hvørt einasta ár. Og er neyðugt at lóggeva, fyri at fáa virðini upp á land, so eigur tað at verða gjørt.
Tað sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Lorvík.
Virðir fyri yvir 100 milliónir kr. verða tveitt fyri borð hvørt einasta ár, og tað líkist ongum, sigur hann. Og Eirikur á Húsamørk ivast ikki í, at tá lóggivið verður, so er bert ein spurningur um tíð, til brotasjógvarnir leggja seg, og tað verður vanlig mannagongd at taka alt til lands.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV