- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj kanning um strongd á arbeiðsplássum
04.02.2015 - 13:31
Innlendis›Heilsa
Nýggj kanning um strongd á arbeiðsplássum
Kanning hjá Starvsmannafelagnum vísir, at annarhvør limur í Starvsmannafelagnum, hevur verið strongdur seinastu trý árini

Starvsmannafelagið gjørt kanning um strongd á arbeiðsplássum
Mynd: Savnsmynd
Fimtihvør limur hevði verið hjá lækna fyri strongd, og umleið tíggjundi hvør hevði verið sjúkrameldaður av strongd.
Yvir 700 limir í Starvsmannafelagnum vóru við í kanningini. Størra helvtin metti, at strongdin hevði sín uppruna á arbeiðsplássinum, og at orsøkin í flestu førum var ov stór arbeiðsbyrða.
Skerjingar hava stóra ávirkan, og tey viðurskiftini tekur Starvsmannafelagið í størsta álvara, sigur forkvinnan, Selma Ellingsgaard
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV