- Tíðindi, mentan og ítróttur
Árið, ið fer
Vit hyggja aftur á nøkur av málunum, sum merktu farandi árið. Við aktuellum gestum líta vit aftur á málini, seta tey í perspektiv og hyggja inn í 2015.
Í sendingini viðgera vit hesi evni:
-Altjóða oljufeløgini brúktu milliardir á føroyska landgrunninum í leitanini eftir svarta gullinum.
-Á landi gjørdu myndugleikarnir alt fyri at sleppa undan oljuni, og við vindmyllulundini í Húsahaganum kom føroyska samfelagið eitt stórt fet nærri grøna málinum.
-Ferðavinnan fekk vind í seglini í 2014. Somikið nógvan vind, at málsetningurin fyri 2015 varð rokkin - longu í 2014.
-2014 var árið, tá vit sóu størsta átakið hjá einum djóraverndarfelagsskapi - framt á føroyskari jørð og á føroyskum hvalvágum.
-Harðskapurin gjørdist harðligari - farandi árið upplivdu vit fleiri drápsmál og rán.
-Á politiska pallinum var eisini harðligt viðhvørt. Ikki minni enn tvær ferðir skuldi ein landsstýrismaður vigast á politisku vektini, tí andstøðan reisti misálit.
-Uttanríkispolitiskt gjørdu Føroyar semju um nógv umstrídda makrelfiskiskapin - ein semja, sum bæði gav Føroyum nógv meira í sín part, og tók burtur ES-boykottið á føroyskan makrel og sild. Í heyst komu Føroyar inn í russiska hitan, tá tað av stórpolitiskum ávum kølnaði millum Russland og evropeiska samveldið.
-Fiskivinnupolitiskt skuldi farandi árið setast ferð á eina nýskipan av okkara fiskivinnu. Samstundis reistu málið um garnaskipið Anitu og ein niðurstøða hjá Umboðsmanninum spurningar, ið stinga djúpt inn í fiskivinnuna.
-2014 var árið, tá ein kanningarstjóri fór at endavenda politisku avgerðirnar kring privatu ætlanina við Eysturoyartunlinum.
-Á midnátt varð eldraøkið flutt frá landi til kommunurnar at umsita.
Gestir í sendingini eru: Hans Gammeltoft-Hansen, Jan Múller, Kári Mortensen, Guðrið Højgaard, Anfinn Olsen, Kjartan Hoydal, Karin Kjølbro, Árni Gregersen, Sveinur Tróndarson, Jacob Vestergaard, Páll Holm Johannesen, Marita Rasmussen, Eyðun Christiansen, Sverri Hansen.
Sí eisini