- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðavinnan longu rokkið 2015 málinum

Málini fyri umsetningin í ferðavinnuni vórðu orðað í 2012, og tey ganga fram til 2020, tá umsetningurin skal vera eina milliard krónur.
Gurið Højgaard sigur, at tey kanska vóru nakað varin í 2012, tá málini vórðu sett, men avgerandi fyri framburðin hevur heilt víst verið, at játtanin til ferðavinnuna er tvífaldað.
Tað er Hagstovan, sum hevur kannað, hvørji árin ferðafólk hava á føroyska búskapin. Hagstovan sigur í frágreiðingini, at um ferðavinnan skal samanberast við BTÚ, er skilabest at nýta virðisøkingina heldur enn umsetningin í ferðavinnuni. Hendan uppgerðin vísir, at virðisøkingin í ferðavinnuni var 1,6 prosent av BTÚ í 2013.
Jón Brian Hvidtfeldt tosaði við Gurið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands. Samrøðan verður send í fullum líki í sendingini Árið, ið fer - og tað verður klokkan 13 nýggjársaftan
Sí eisini
